Innanlands

Ikki stórvegis trupulleikar av serbisku áskoðarunum

Teir 65 Radnicki áskoðararnir vóru í góðum lag, men skikkaðu sær væl

Útiáskoðararnir vóru ikki blíðir við sínar menn eftir 1-0 tapið móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Útiáskoðararnir vóru ikki blíðir við sínar menn eftir 1-0 tapið móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-01 08:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einir 65 serbiskir áskoðarar vóru komnir til Føroya at stuðla sínum liði Radnicki 1923, sum spældi seinna dystin í Conference League móti KÍ í Klaksvík í gjárkvøldið.

Løgreglan hevði fyrireikað seg til hetta, og alt spældi væl av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Teir vóru í góðum lag, men skikkaðu sær sum heild, væl, verður sagt. Teir fara av landinum í dag.

Áðrenn dystin hitaðu serbarnir upp í Roykstovuni og gingu yvir móti leikvøllinum nakað áðrenn dystarbyrjan. Har gekk eisini alt friðarliga fyri seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder