Uttanlands

Ikki til reiðar at gera avtalu við Iran

Treytirnar eru enn ikki nóg góðar, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-03-15 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump er ikki til reiðar at gera eina avtalu við Iran, sum kann enda stríðið millum londini.

- Iran ynskir at gera eina avtalu, og tað havi eg ikki hug til, tí treytirnar eru enn ikki nóg góðar, sigur hann í telefonsamrøðu við NBC News.

Hvørjar treytirnar eru, greiðir amerikanski forsetin ikki nærri frá. Hann nevnir tó, at ein partur av avtaluni skal vera, at Iran bindur seg til at droppa allar kjarnorkuætlanir.

Ónevndar keldur siga við Reuters, at umsitingin hjá Trump hevur avvíst royndirnar hjá sameindum í Miðeystri at byrja samráðingar fyri at fáa ein enda á krígnum, sum byrjaði 28. februar, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder