Innanlands

Illgruni um at eldurin varð ásettur

Brunastaðið verður kannað í løtuni

2019-04-10 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Í løtuni er ein brandteknikari á staðnum og kannar umstøðurnar. Vit arbeiða við einum illgruna um at eldurin er ásettur. Tað er nakað, sum týðir upp á tað, meira kann eg ikki siga í løtuni.

Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini um eldin, sum var í Børkugøtu í dag.

Tað var beint eftir hálvgun tvey, at boðini komu um at eldur var í húsunum sum liggja í býlinginum undir Brúnni ovarlaga í Havnini.

Eldurin varð tó skjótt sløktur. Løgreglan ynskir í løtuni ikki at upplýsa hvørjar umstøðurnar eru, sum gera, at illgruni er um eldsáseting. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder