2020-08-06 14:47
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Koronasmittan er í umferð í Føroyum aftur. Tað er ógreitt, júst hvussu nógv eru smittaði í løtuni, men virusið hevur rakt á ymsan hátt - nú møguliga eisini svimjihøllina í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:
- Við tað at illgruni er um, at fólk sum eru smittað av koronu, hava vitjað í høllini í dag, verður neyðugt at lata aftur, meðan svimjihøllin verður sóttreinsað. Svimjihøllin er tí afturlatin, og lýst verður aftur, tá ið hon letur uppaftur.
Óvist er, hvussu nógv fólk talan er um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald