Tað verður illsligt næstu dagarnar. Sum líður út á dagin verður kalt.
Hetta segði Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya við morgunsendingina hjá útvarpinum fyri løtu síðan.
Í morgun eru 13-18 metrar um sekundið kring landið í miðal. Onkustaðni er vindferðin niður ímóti 10 m/s, men aðrastaðni upp ímóti 20 m/s. Hvirlurnar kunnu vera helvtina ella tvær ferðir í støðum sum liggja høgt.
Nakað eftir døgurða fer ættin upp í vestan og tað verður kaldari. Tá verður eitt bland av regni og vátakava, og tað veðrur meira vindur.
Í kvøld og í nátt millum 15 og 20 m/s í miðal, og tá eru vit komin niður móti frostmarkinum.
Leygardagin fer ættin upp í útnyrðing og vindurin minkar eitt sindur. Samdrigið og regn ella vátakava. Sunnudagin verður næstan sama veður, men um morgunin 8-13 m/s og út á dagin 5-10 m/s. Hitin liggur frá frostmarkinum til 4 stig.
Síggj annars feskastu veðurforsøgnina her
Løgreglan hevur í morgun enn onga fráboðan fingið um skaða í storminum, men vaktleiðarin segði seg vóna, at trampolinurnar vóru tiknar niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald