Tað verður bólkurin Impartial, sum verður føroyska umboðið í finaluni í Wacken Metal Battle í ár – um so er, at risastóri tungmálmsfestivalurin í Týsklandi kann haldast í august mánaði.
Ætlaða finalan í Wacken Metal Battle Føroyar mátti avlýsast orsaka av korona, men um vikuskiftið var vinnarin kortini funnin.
Dómararnir fingu tvey løg frá hvørjum luttakandi bólki at døma út frá, og dómararnir vistu ikki hvør bólkur átti hvat lag. Luttakandi bólkarnir í ár vóru Amokk, Impartial, Iron Lungs, Ótti og Necrolepsia.
Og leygarkvøldið kundu fyrireikararnir, tað er felagsskapurin Upp við Hornunum, so avdúka, at Impartial gjørdist vinnari.
Dómararnir, sum tóku avgerðina um, hvør skuldi vinna, vóru Jocke Skog, Jan Roger Pettersen, Kári Streymoy, Alan Averill, Arne Blaschke, Gunnar Sauermann og Jörg Düsedau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald