Í minsta lagi 60 fólk hava latið lív orsakað av ógvusliga monsunregninum, sum hevur herjað í Norðurindia seinastu døgnini. Tey flestu doyðu, tá hús teirra rapaðu, upplýsa myndugleikar í landspartinum Uttar Pradesh, har uml. 200.000 fólk búgva.
Túsundatals fólk eru eisini flutt burtur úr teimum økjunum, sum eru harðast rakt av vatnflóði. Eisini eru fleiri trø koppað í illveðrinum.
Væntað verður, at tað heldur fram við at regna restina av vikuskiftinum, skrivar Politiken.
Hinduistisku pílagrímsbýirnir Varanasi og Prayagraj eru serliga hart raktir. Stýrið í Uttar Pradesh hevur lovað familjum, sum hava mist onkran í illveðrinum 400.000 rupi (uml. 37.500 krónur).
Monsuntíðin millum juni og september elvir á hvørjum ári til deyðsvanlukkur. Myndugleikarnir siga, at 1600 fólk hava latið lív orsakað av monsunregninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald