Uttanlands

India og ES hava gjørt handilsavtalu

Talan er um størstu avtaluna av sínum slag, sum nakrantíð er gjørd

Antonio Luis Santos da Costa, formaður í Evroparáðnum, og Ursola von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, heilsa upp á Narenda Moodi, forsætisráðharra, undan fundinum í New Dehli (Mynd: EPA)

Antonio Luis Santos da Costa, formaður í Evroparáðnum, og Ursola von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, heilsa upp á Narenda Moodi, forsætisráðharra, undan fundinum í New Dehli (Mynd: EPA)

2026-01-27 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES og India eru komin ásamt um eina stóra handilsavtalu, ið væntandi fer at økja samhandilin munandi millum Evropa og heimsins fólkaríkasta land, India.

Tað upplýsir forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, í dag.

Sagt verður, at henda avtala verður tann størsta av sínum skal, ið nakrantíð er gjørd.

- Avtalan fer at skapa ovurstórar møguleikar fyri tey 1,4 milliardir fólkini í India og fyri nógvar milliónir av fólkum í Evropa, segði Modi.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og Narendra Modi fara væntandi seinni í dag at greiða nærri frá handilsavtaluni á einum tíðindafundi í indiska høvuðsstaðnum, New Delhi, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder