Løgtingsfundurin í dag er slitin. Tað hendi eftir at Ingilín Didriksen Strøm tók orðið og legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Harvið gjørdi hon eins og Jørgen Niclasen gjørdi í 2003. Fór upp á tingsins røðarapall har hon ásannaði, at hon ikki longur hevði tingsins álit, og tí segði seg úr embætinum sum landsstýriskvinna.
Ingilín D. Strøm helt eina siðiliga røðu, har hon aftur og aftur vísti á, at hon ikki hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og at orðavalið, sum hon brúkti tá í mai mánaði, og sum eru høvuðsákæran í hesum málinum eru tikin úr eini heild.
- Eg havi ikki logið
Ingilín nýtti høvið til at takka fyri stuðulin, sum hon hevur fingið frá sínum samgongufeløgum í tinginum í dag. Men hon ásannaði eisini, at tað vóru tveir limir í Tjóðveldi, sum ætlaðu at atkvøða fyri einum misáliti.
- Eg dugi at telja, og ásanni, at eg havi mist álitið í løtginginum. Hóast eg við reinum hjarta royni at siga, at eg veruliga ikki havi logið tilvitað fyri løgtingi ella fólki, so má eg boyggja meg fyri meirilutanum.
- Tí boði eg frá, at eg nú biði um at verða loyst úr embætinum, segði Ingilín D. Strøm.
Farið í sjálvsving
Áðrenn hetta viðgekk landsstýriskvinnan, at orðingarnar, sum hon brúkti í røðu síni tá ikki vóru tær bestu, men helt fast um, at tað hon segði, var í ordan.
- Síðan er málið farið í sjálvsving, og er blivið til eitt mál um, at eg skal hava logið fyri tinginum.
- Eg havi ikki sett spurnartekn fyri fakliga førleikan hjá landsgrannskoðanini, tí eg havi stóra virðing fyri fakligu tilmælunum, sum vit fáa.
- Eg fari síðan at spyrja tykkum øll um hvat tit halda er mest sannlíkt: Var tað eitt óheppið orðaval, ella halda tit veruliga, at eg royndi at lúgva um eina frágreiðing, sum vit øll sótu við í hondini? spurdi Ingilín D. Strøm.
Hon vísti á, at hon veruliga trýr upp á, at tað ber til at fáa Bústaðir á beint aftur, og at tann tilgongdin er farin í gongd, tí “...vit hava alvorliga brúk fyri einum sterkum bústaðarfelag í dag”, sum hon málbar seg.
Politikkur er ikki altíð rættvísur
Hon greiddi eisini frá, at hon hevur bjóða løgmanni og flokki sínum at víkja sessinum til tess at skapa ró. Men hetta var frárátt henni.
- Eg havi viljað kempa. Tí eg havi ikki gjørt tað, eg eri ákærd fyri. Hetta er ikki rættvíst. Eg veit væl, at politikkur ikki altíð er rættvísur. Tað mugu vit taka við, tá vit bjóða okkum fram í politikki. Men málið hevur verið skeiklað, orð eru tikin út úr samanhangi, fyri at seta málið upp í ein spíss.
Landsstýriskvinnan segði eisini, at hon er ómetaliga hørm um, at málið er farið so langt av sporinum, og at Bústaðir eru drignir gjøgnum rununa.
Áðrenn hon takkaði fyri seg, segði hon.
- Eg eri ikki bangin fyri at missa mín landsstýrissess. Eg fór í politikk fyri at gera mun, fyri at flyta ting, skapa eitt betri samfelag fyri øll, fyri náttúruna og fyri okkara eftirkomararnar. Men hevur tingið mist álitið á mær, so fái eg ikki gjørt tað í verandi starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald