Tað var ein sinnisrørd Ingilín Didriksen Strøm, sum fyri lítlari løtu síðani boðaði tinginum frá, at hon hevur sagt embætið sum landsstýriskvinna frá sær.
- Tað vóru ikki tær bestu orðingarnar hjá mær tá, men havi ikki tilvitað logið fyri tinginum(...) tó dugi eg at telja og síggja, at hetta misáltið verður samtykt. Harvið havi eg boðað løgmanni frá, at eg ynski vera loyst úr embætinum.
Nú fyrrverandi landsstýriskvinnan í umhvørvis- og bústaðarmálinum hevði orðið eina løtu. Har setti hon orð á sínar tankar um málið um sínar útsagnir við víkjandi haldførinum hjá Bústøðum, áðrenn endað varð við "bumbuni" - meira um hetta seinni.
Spurningurin er, hvussu stevið í samgonguni verður, eftir at tinglimir hjá Tjóðveldi ikki bakkaðu landsstýriskvinnuna upp (Myndir: Jens Kr. Vang)
Hetta varð sjálvandi ein ógvuliga harður dagur fyri Ingilín Strøm (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá viðgerðini HER
Harvið er málið um misálit, sum andstøðuflokkarnir løgdu fram fyrrapartin, liðugt, og ein landsstýrisessur er opin í løtuni. Óvist er, hvussu skjótt Javnaðarflokkurin skal nýta, fyri at fáa hetta uppá pláss. Óvist er eisini, hvønn skaða hetta hevur gjørt á samgonguna.
Tað avgerandi í dag gjørdist eftir øllum, at Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi seinnapartin gjørdu greitt, at tey ikki ætlaðu at bakka Ingilín Strøm upp. Tjóðveldi - við floksleiðslu og øllum - hevði annars staðfest fyrr í dag, at at tey eru samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra. Høgni Hoydal varð tó "tikin av fótum".
Erling Eidesgaard er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, og hann vísti á tingsins røðarapalli á, at løgtingsgrannsgrannskoðararnir í fleiri førum gjørdu landsstýriskvinnuna varuga við, at ábendingar vóru um, at Bústaðir høvdu avbjóðingar við fíggjarligu haldførinum. Harvið segð hon ósatt, helt Tjóðveldisins tinglimur fyri.
- Eg vil til eina og hvørja tí seta fólkaræðið fremst, um tað so verður tað síðsta eg geri sum tingkvinna, segði Liljan Weihe.
Annars sá tað fyrr í dag út sum, at Tjóðveldi fór at standa saman um at fella misálitið.
Sí eisini: Ingilín Didriksen Strøm missir stuðul í samgonguni
Meira seinni
Dagført: 16.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald