
Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya rætti, sum fyrr í summar dømdi ein mann í 40'unum - ein útisiglara - 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta Ruth Vang, landsstýriskvinnu.
Hetta veit Frihedsbevet.
Tað gjørdi hann við boðum á Messenger eftir, at hann var misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.
Boðini, sum maðurin er dømdur fyri er soljóðandi: Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður.
Eins og í Føroya rætti tvíhelt maðurin í landsrættinum um, at hetta ikki var ein hóttan móti Ruth Vang, men var skrivað í frustratión.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald