Innanlands

Innbrot á dagstovni í Havn

Í nátt var innbrot á dagstovninum Lítlaskógi – Onkur hevði eisini sett eld á, men tíbetur náddi eldurin ikki at breiða seg

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-30 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum dagstovni í høvuðsstaðnum.

Talan var um Lítliskógur í Djóna í Geil gøtu, har onkur hevði brotið inn og hevði fest í í tveimum støðum inni.

Tíbetur náddi eldurin ikki at breiða seg, og løgreglan hevur tryggjað sær slóðir at ganga eftir, skrivar Kringvarpið.

Løgreglan vil tó fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt í sambandi við innbrotið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder