Innanlands

Innbrot á Hotel Føroyum

Løgreglan hevur tveir gestir liggjandi á løgreglustøðini – Ein varð tikin í sambandi við innbrot á Hotel Føroyum, og ein varð tikin í sambandi við húsaófrið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-09 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum trý í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í kjallaran á Hotel Føroyum.

Ein vaktur, sum hevði sæð, at hurðin var brotin, hevði koyrt hurðina aftur og boðað løgregluni frá. Løgreglan var skjót á staðnum og fekk fatur á innbrotstjóvinum og handtók hann. 

Tjóvurin var ávirkaður, og verður hann avhoyrdur, tá hann er blivin edrúur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Klokkan hálvgum átta í morgun varð ein annar persónur handtikin. Tað var í sambandi við húsaófrið á einum bústaði í Havn.

Viðkomandi, sum ikki hoyrdi til á staðnum, noktaði at fara, tá hann varð biðin um tað, og eisini noktaði hann at upplýsa, hvør hann var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder