2020-11-25 09:51

Í nátt millum klokkan trý og fýra varð brotið inn í eitt skeinkistað í Klaksvík.
Har var tó ikki nógv stolið, bert tríggjar fløskur av brennivíni, verður sagt av politistøðini.
Brotsmaðurin hevði brotið tveir rútar fyri at sleppa inn, men annars var eingin skaði á staðnum, verður upplýst.
Persónurin varð handtikin eftir stutta tíð, og verður nú skuldsettur fyri innbrot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald