Innanlands

Innbrot í Bónus í Saltangará

Pengar eru stolnir, men hvussu nógv, og um vøra eisini er stolin, veit løgreglan ikki at siga

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-02 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í Bónus í Saltangará.

Tað var Ansni, sum boðaði løgregluni frá klokkan 3.45 í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Innbrotsmenninir hava tikið pengar, men hvussu nógvar pengar talan er um, og um vøra er stolin eisini, vita tey enn ikki at siga.

Løgregeglan hevur verið á staðnum og tryggjað sær DNA-slóðir, og fer løgreglan at kanna umstøðurnar nærri í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder