Innanlands

Innbrot í Havn

Í gjár varð boðað frá innbroti á einum verkstaði, og eisini hevði onkur roynt at brotið inn í eina goymslu, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-04 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot og eina innbrotsroynd - bæði í Havn.

Beint eftir klokkan hálvgum níggju varð boðað frá, at onkur hevði roynt at brotið inn í eina brennivínsgoymslu.

Har hava verið fleiri innbrot seinastu tíðina, men nú varð goymslan tryggjað so mikið væl, at tjóvurin slapp ikki inn. Eitt lítið petti av træ er brotið av hurðini, annars er eingin skaði hendur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vakmyndatól eru á staðnum, og vónar løgreglan, at tann, sum royndi at bróta inn, sæst á upptøkunum, so tey kunnu fáa fatur á viðkomandi.

Klokkan tíggju varð boðað frá einum innbroti á einum verkstaði. Løgreglan fór á staðið við hundum, og funnu tey okkurt amboð nær við, sum helst stavaði frá verkstaðnum.

– Tað sær út sum, at onkur hevur brúkt staðið sum sovipláss, men vit kanna málið víðari. Har eru eisini slóðir at elta, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder