Innanlands

Innbrot í Vágum

Løgreglan hevði illgruna til, hvør tjóvurin var, og viðkomandi játtaði seg sekan og lat tingini aftur, sum hann hevði stolið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-16 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár varð boðað frá innbroti í einum húsum í Vágum.

Innbrotið var hent yvir nakrar dagar, meðan húsfólkini vóru burturstødd.

Tá løgreglan kannaði málið, fingu tey illgruna til ein persón, og viðkomandi játtaði seg sekan og útflýggjaði tað, sum hann hevði stolið.

Talan var um heilivág, brennivín, amboð og aðrar lutir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder