
Innflutningurin til og við juli mánaða er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7 prosent í mun til í fjør, skrivar Hagstovan á netinum. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10 prosent.
Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37 prosent.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10 meira meira er innflutt av hesum vørum, skrivar Hagstovan.
Eisini útflutningurin er øktur nakað.
Samlaði útflutningurin var 4,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 4,8 milliardir.
Higartil hava vit útflutt makrel fyri helvtina av virðinum í fjør. 229 milliónir krónur í ár móti 465 milliónum krónum í fjør.
Laksaútflutningurin er vaksin 18 prosent, og var 2,3 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar.
Útflutningurin av toski minkaði 5 prosent í virði og 7 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði eisini 7 prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks 8 prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald