Innanlands

Innflutningurin veksur og útflutningurin minkar

Vit selja tó enn meira enn vit keypa fyri úr útlandinum, vísa nýggjastu hagtølini

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-04-17 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar útflyta enn vørur fyri størri virði, enn vit innflyta fyri. Men innflutningurin er í vøkstri, meðan útflutningurin er í minking.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, sum eru uppgjørd til og við februar mánaði í ár.

Tølini vísa eina munandi minking í útflutninginum, tá hugt verður eftir 12 mánaða skeiðinum frá 1. mars 2018 til 28. februar 2019.

Hetta tíðarskeið útfluttu vit 483.456 tons av fiskavørum, sum er 4.104 tons minni enn 12 mánaða skeiðið frammanundan, ein minking upp á eitt prosent.

Í virði var talan um eina minking á 42 milliónir krónur, sum tó er undir 1 prosent.

Hinvegin eru tíðirnar so mikið góðar, at innflutningurin er í rættiliga stórum vøkstri. Hetta 12 mánaðaskeiðið er innflutningurin øktur 723 milliónir krónur, svarandi til ein vøkstur á 10 prosent.

Vøksturin sæst serliga aftur í innflutninginum av brennievni, maskinum og amboð og av tilfari til byggivinnuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder