Innanlands

Innfluttu fyri 12,3 milliardir

Í tíðarskeiðnum juni 2022 til mai 2023 innfluttu føroyingar fyri 1,4 milliardir ella 13 prosent meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-14 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2022 til mai 2023 innfluttu føroyingar fyri 12,3 milliardir krónur, 1,4 milliardir – ella 13 prosent – meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið.

Um skip og flogfør ikki verða tald við, var innflutningurin 11,1 milliard krónur, 1,1 milliard meira enn undanfarna skeið, ella 10,7 prosent.

Størsti vøksturin sæst í innflutninginum til alivinnuna, har innflutningsvirðið vaks 37,6 prosent. Innflutningurin av brennievni er vaksin 485,4 milliónir krónur, ella 28,2 prosent. Hetta stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri. Prísvøksturin er tó ikki líka høgur sum í juli 2022 tá prísurin nærum tvífaldaðist í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin hjá privatu húsarhaldunum hevur, hóast hækkandi prístal, havt ein lágan vøkstur seinastu tíðina. Vit skulu aftur til tíðarskeiðið oktober 2020 til oktober 2021 fyri at síggja ein stóran vøkstur í innflutninginum til húsarhaldini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder