
Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.
Myndin niðanfyri vísur gongdina í innlánsyvirskotinum hjá føroysku bankunum síðani 2014. Tað hevur verið vaksandi frá 2014 til 2018, og hevur síðani tá sveiggjað millum 5 og 6 mia. kr.
Tá talan er um inn- og útlán til føroyskar kundar einans, eru útlánini 15,7 mia. kr. tilsamans og innlánini 17,2 mia. kr. Hetta gevur eitt innlánsyvirskot á 1,5 mia. kr. í føroysku peningastovnunum (saldo ultimo september 2020).
Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum. Vinnan og kommunurnar hava størri skuld í bankunum, enn innistandandi.
Húsarhaldini hava umframt skuld í føroysku bankunum, sethúsalán í donskum realkredittstovnum. Um skuldin hjá húsarhaldunum til donsku realkredittstovnarnar verður tald við, hava húsarhaldini eitt innlánsyvirskot á 233 mió. kr. við endan av triðja ársfjórðingi 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald