Innanlands

Innrásin av Brøndby-áskoðarum er byrjað

Løgreglan og HB vænta í øllum førum umleið 500 danskarar fótbóltsfjepparar, sum vónandi fara at seta sín dám á, á góðan hátt hósdagin. Tey flestu koma við flogførum í dag

2025-07-23 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár hoyrdu vit um venjingar við vápnaðum løgreglufólki við Tjarnir - hetta sum fyrireiking til evropeiska fótbóltsdystin á Tórsvølli hóskvøldið

Sí eisini: HB-Brøndby: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk

Løgreglan og HB vænta í øllum førum umleið 500 danskarar fótbóltsfjepparar. Sum skilst burdi ikki verið ófriðakroppar ímillum hesar, men tað "verða ikki tiknir nakrir kjansir".

Hetta serliga eftir hvat hendi við Hajduk Split "fjepparunum" í fjør og við talinum og umdøminum hjá Brøndby-viðhaldsfólki.

[object Object]
Brøndby-áskoðarar á Brøndby Stadion til evropeiskan dyst (Mynd: EPA)

[object Object]
Hajduk-áskoðarar gjørdu av álvara vart við seg í føroyska høvuðsstaðnum í fjør (Mynd: EPA)

Sí eisini: Heini: - Tað verður stórt at spæla móti Brøndby

Stórur áhugi - danir koma nú til landið

Øll atgongumerkini til aðru langsíðuna á Tórsvølli. til Conference League-dystin í morgin, eru seld.

Hetta merkir, at HB nú selur atgongumerki til aftanfyri málið - og at áskoðaratalið í øllum førum kemur upp ímóti 3.000.

Brøndby-áskoðararnir hava tríggjar bólkar á langsíðuni - tættast Fimi. So eru hegn ímillum til HB-fjepparar.

[object Object]
Hegnini, sum skulu skilja fjepparabólkarnar, eru sett upp á Tórsvølli 

Donsk løgreglufólk komu longu til landið mánadagin, eini 15-20 í tali. Tey skulu fylgja útiáskoðarunum væl.

Føroya Politi upplýsir fyri føroysku miðlunum fyrrapartin, at teir fyrstu Brøndby-fjeppararnir eru komnir til landið, og at nógvir væntast seinni í dag: Trý flogfør úr Keypmannahavn skulu eftir ætlan lenda afturat.  

Conference League 2. umfar - fyrri dysturin
Hóskvøldið 24. juli 
19.45: HB - Brøndby

Til ber at keypa atgongumerki her

Sí eisini: Heini: - Tað verður stórt at spæla móti Brøndby


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder