Uttanlands

Iran: 35 fólk traðkað til deyðis undir jarðarferð

Sjálv jarðarferðin av Soleimani í heimbýði hansara er útsett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-07 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jarðarferðin hjá dripna iranska herovastanum, Qassem Soleimani, er útsett orsaka av ruðulleika nærhendis heimbýi hansara, Kerman.

35 fólk vórðu dag traðkað til deyðis í sambandi við jarðarferðarhátíðarhaldið í býnum, upplýsir iranska kringvarpið sambært Sky News og AP-tíðindastovuni.

Hartil hava 48 fólk fingið skaða í sambandi við ófriðin.

- Fleiri borgarar, sum luttóku í jarðarferðini fingu skaða, og nøkur doyðu, sigur leiðarin í tilbúgvingini við almenna sjónvarpið.

Fleiri túsund iranar savnaðust í dag í býnum fyri at minnast valdsmikla herovastan, sum fríggjadagin varð dripin í einum amerikanskum loftálopi í grannalandinum, Irak.

Sjálv jarðarferðin skuldi vera í dag. Men hon er útsett orsaka av ruðulleikanum í Kerman, skrivar Reuters frá iransku tíðindastovuni Isna.

Yvir ein millión fólk luttóku í gjár í jarðarferðarhaldinum fyri Soleimani í høvuðsstaðnum, Teheran.

Kreppa er uppstaðin millum Iran og USA eftir drápið, og Iran hevur hótt USA við mótsvari. Leiðarin í iranska trygdarráðnum, Ali Shamkhani sigur, at tey umhugsa 13 ymsar hevndaratstóknir móti USA.

- Sjálvt tann mest náðiliga av hesum 13 verður ein ’søgulig marra’ fyri USA, hóttir Shamkhani.

62 ára gmali Qassem Soleimani var leiðari fyri servandu Quds-herdeildina í iransku kollveltingarherinum og ein av valdsmiklastu monnunum í landinum. Hann sat í einum akfari á veg til altjóða flogvøllin í Bagdad í Irak, tá bilurin fríggjadagin varð raktur av eini rakett, ið varð send frá einum ómannaðum amerikanskum flogfari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder