Uttanlands

Iran enn ongar ætlanir um nýggjar friðarsamráðingar

Amerikanarar hava víst, at teir ikki taka diplomatisku tilgongdina í álvara, sigur talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum

Esmaeil Baqaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum (Mynd: X)

Esmaeil Baqaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum (Mynd: X)

2026-04-20 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Sum tað sær út í løtuni, hava vit ongar ætlanir um næsta samráðingarumfarið, og heldur ikki er nøkur avgerð tikin hesum viðvíkjandi, sigur Esmaeil Baqaei, sum er talsfólk fyri iranska uttanríkismálaráðið.

Sambært talsfólkinum hava amerikanarar víst, at teir ikki taka diplomatisku tilgongdina í álvara, og at teir hava brotið vápnahvíldina.

Iran hevur lagt USA undir at bróta vápnahvíldina, sum skuldi vera galdand fram til mikudagin. Hetta er í sambandi við, at USA leyp á og tók eitt iranskt farmaskip.

Les eisini: – USA hevur brotið vápnahvíldina, og Iran fer at svara aftur

Iran hevur boðað frá, at landið fer at svara aftur. 

Í farnu viku varð boðað frá møguligum nýggjum samráðingum millum USA og Iran í Pakistan, og skuldu umboð fyri USA eftir ætlan koma til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder