Iran hevur fingið svar frá USA viðvíkjandi nýggja uppskotinum til friðaravtalu, sum Iran í farnu viku sendi amerikanarum umvegis pakistanskar meklarar.
Iranska stjórnin er nú í ferð við at gjøgnumganga amerikanska svarið, sigur iranskur statsmiðil sambært Ritzau og Reuters.
Upplýst er ikki, hvat uppskotið, sum var í 14 punktum, innihelt, men sambært fleiri miðlum er spurningurin um iransku kjarnorkuætlanina tikin av borðinum.
Um vikuskiftið boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann skjótt fór at gjøgnumganga uppskotið hjá Iran, men at hann ikki roknaði við, at tað kundi góðkennast.
Iran hevur enn ikki goldið ein nóg høgan prís fyri tað, sum landið hevur gjørt móti mannaættini seinastu 47 árini, segði hann m.a.
Les eisini: Trump: Prísurin hjá Iran ikki verið nóg høgur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald