Ukrainska ferðafólkaflogfarið, sum datt niður í Iran mikudagin, varð skotið niður av misgáum.
Tað ásannar iranski herurin nú sambært tíðindastovuni AP.
Iranski uttanríkismálaráðharrin, Mohammad Javad Zarif, sigur orsøkina vera "eina krepputíð sum stendst av amerikonskum áræði". Her vísir hann til drápið á iranska generalin Qassem Soleimani.
Á Twitter skrivar hann, at tey harmast um støðuna, biðja um umbering, og hava tey samkenslu við familjum og teimum tjóðunum, sum vórðu raktar.
Iranski forsetin, Hassan Rouhani sigur seg eisini harmast um hendingina, og samstundis sigur hann, at kanningarnar halda fram fyri at fáa greiðu á, hvat tað er, sum er farið fram.
Flogfarið fleyg nær við einum hernaðarligum øki, sum var undir eftirliti hjá iransku kollveltingarverjuni, og kollveltingarverjan hevur síðani tikið ábyrgdina fyri hendingina.
Iranski herurin lovar, at tey seku skulu standa til svars fyri sínar gerðir, og verða teir stillaðir fyri ein hernaðardómstól.
176 fólk vóru umborð á flogfarinum hjá Ukraine International Airlines, harav uml. 80 fólk úr Iran og 57 úr Kanada. Eisini vóru ferðafólk úr Svøríki, Afghanistan, Týsklandi og Stórabretlandi, skrivar TV2.
Hósdagin søgdu bæði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, og amerikanski forsetin, Donald Trump, at flogfarið møguliga varð skotið niður av misgáum.
Iran hevði annars í fleiri dagar hildið uppá, at tað var eitt tekniskt brek, sum var orsøkin til hendingina, og at ákærurnar um, at Iran skuldi havt skotið flogfarið niður var "sálarfrøðilig herferð".
Les eisini: New York Times fingið hendur á sjónband av flogvanlukkuni í Iran
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald