Eitt iranskt embætisfólk sigur í dag við tíðindastovuna Reuters, at iranskir myndugleikar hava váttað, at í minsta lagi 5.000 fólk hava latið lív undir mótmælunum, sum hava verið í landinum seinastu vikurnar.
Viðkomandi sigur, at nakrir av ógvusligastu samanbrestunum og hægsta deyðatalið hava verið í iransk-kurdisku økjunum í útnyrðingspartinum av landinum.
Millum tey 5.000, sum hava latið lív, eru 500 frá iransku trygdarliðunum.
Ymiskir felagsskapir hava boðað frá ymiskum tølum, og nú internetið er niðri, er tað torførari at fáa upplysingar úr Iran, skrivar Ritzau.
Leygardagin upplýsti iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur høvuðssæti í USA, at í minsta lagi 3.300 fólk høvdu latið lív í sambandi við mótmælini móti iranska prestastýrinum, sum byrjaðu síðst í desember.
HRANA sigur, at 4.300 onnur mál verða kannað, og at mann hevur váttað fleiri enn 24.000 handtøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald