Leygarmorgunin var ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah, dripin, og er eitt fyribils leiðsluráð sett at stýra landinum, inntil ein nýggjur leiðari verður valdur.
Les eisini: Iran váttar: Khamenei er deyður
Sambært iranska uttanríkismálaráðharranum, Abbas Araghchi, kann ein nýggjur leiðari verða valdur innan fáar dagar.
Tað kann henda innan ein ella tveir dagar, segði hann við al-Jazeera sunnudagin.
Í fyribils leiðsluráðnum eru forsetin, Masoud Pezeshkian; leiðarin av iransku rættarskipanini, Gholam-Hossein Mohseni-Eje'iog Alireza Arafi, løgfrøðingur úr varðmannaráðnum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald