Uttanlands

Iran traðkar enn longur úr atomavtaluni

Iran vil framyvir uppríkað óavmarkað uran útfrá tøkniligu tørvinum hjá landinum, og ikki eftir mørkunum, ið avtalan setur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-05 22:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Iran ætlar at taka enn eitt fet burtur frá atomavtaluni, sum landið í 2015 gjørdi við millum annað USA og ES.

Tað boðar iranska stjórnin frá sambært almennum iranskum sjónvarpi sunnukvøldið.

Iran vil framyvir ikki virða avmarkingarnar um hvussu nógv uran landið kann uppríkað. Júst hesar avmarkingar eru ein týðandi partur at avtaluni.

Iran hevur seinasta árið brotið hesar avmarkingar, ið eru ásettar í avtaluni. Tað er eitt aftursvar til at Donald Trump tók USA út úr avtaluni í mai 2018. Trump hevur harafturat sett í gildi hørð revsitiltøk mótvegis Iran.

Evropeisku londini hava síðani roynt at bjarga avtaluni, men Iran hevur fleiri ferðir sagt, at evropeisku londini ikki gera nokk.

Tað at Iran boðar frá, at landið tekur enn eitt fet út úr atomavtaluni kemur tveir dagar eftir, at USA drap iranska herovastan Qassem Soleimani.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder