Uttanlands

Iran: USA brotið vápnahvíldina

Iran sigur, at USA hevur lopið á eitt iranskt oljuskip, men talan var um aftursvar eftir ógrundað iransk álop á amerikonsk skip, sigur USA

Vápnahvíldin er framvegis galdandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

Vápnahvíldin er framvegis galdandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-08 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðslan í iranska herinum sigur, at USA hevur brotið vápnahvíldina millum londini við at leypa á eitt iranskt oljuskip, sum sigldi gjøgnum Hormuzsundið.

Eitt annað skip, sum sigldi inn í Hormuzsundið nær við Fujairah í Sameindu Arabisku Emiratunum sigst eisini at vera rakt, skrivar Ritzau.

Iranski herurin sigur, at USA hevur framt fleiri álop á sivil øki í Iran, og fer Iran at svara aftur uppá eitt hvørt álop.

Amerikanski herurin leggur tó Iran undir at fremja ógrundað álop á amerikonsk skip, sum vóru ávegis gjøgnum Hormuzsundið, og vóru amerikonsku álopini framd í sjálvverju, verður sagt. Lagt verður tó afturat, at eingi amerikonsk skip vórðu rakt.

Vápnahvíldin framvegis galdandi
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at vápnahvíldin framvegis er galdandi hóast álop hava verið millum USA og Iran.

Kríggið millum USA og Iran byrjaði 28. februar, og fyri einum mánað síðan samdust partarnir um eina fyribils vápnahvíld. Nú verður roynt at finna semju um eina friðaravtalu.

Trump hóttir Iran við fleiri álopum, um ein avtala ikki skjótt verður gjørd.

Mikudagin upplýsti eitt talsfólk fyri iranska innlendismálaráði, at Iran er í ferð við at gjøgnumganga eitt amerikanskt uppskot, sum kann fáa eina enda á krígnum.

Iran fer at leggja fram síni sjónarmið fyri Pakistan, sum hevur virkað sum meklari í samráðingunum millum USA og Iran.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder