Uttanlands

Iran: USA má velja millum samráðingar ella bardaga

Bólturin er á hálvuni hjá USA, sigur iranski varauttanríkismálaráðharrin

Mynd av amerikanska forsetanum, Donald Trump við Hormuzsundinum fyri munnin (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Mynd av amerikanska forsetanum, Donald Trump við Hormuzsundinum fyri munnin (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-03 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er upp til USA at avgera, um landið vil royna at samráðast um eina loysn ella  venda aftur til kríggið við Iran, sigur iranski varauttanríkismálaráðharrin, Kazem Gharibabadi.

Nú er bólturin á hálvuni hjá USA, tað tað snýr seg um valið millum diplomati ella framhaldandi áleypandi tilgongd, sigur hann sambært Ritzau. Iran er fyrireikað til, at tað kann fara báðar vegir.

Um vikuskiftið segði ein iranskur heryvirmaður, Mohammad Jafar Asadi at tað er sannlíkt, at bardagar millum USA og Iran verða tiknir uppaftur.

– Royndir hava víst, at USA ikki er bundið at nøkrum lyftum ella avtalum, segði hann, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá, at hann var ónøgdur við nýggja friðaruppskotið hjá Iran.

Les eisini: Trump: Prísurin hjá Iran ikki verið nóg høgur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder