Uttanlands

Iranar og amerikanarar enn ikki samdir um alt

Enn er ein avtala ikki komin uppá pláss millum londini, og Ísrael kennir seg heldur ikki bundið at avtaluni

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og amerikanski forsetin, Donald Trump hava boðað frá, at ein avtala við Iran nærkast (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og amerikanski forsetin, Donald Trump hava boðað frá, at ein avtala við Iran nærkast (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Full semja er framvegis ikki um eina avtalu millum USA og Iran, siga iransk embætisfólk.

Tað er eitt ella tvey punkt, sum partarnir ikki hava funnið semju um, men ógreitt er, júst havt ósemjurnar snúgva seg um.

Iran hevur áður víst aftur eitt krav frá USA um at steðga iransku kjarnorkuætlanina.

Bæði amerikanski forsetin, Donald Trump og amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Merco Rubio hava annars sagt, at partarnir nærkast einari avtalu.

Avtalan inniheldur sambært fleiri miðlum, ásetingar um, at Hormuzsundið skal lata uppaftur og vápnahvíld í Libanon.

Ísrael sigur, sambært Berlingske, at landið ikki kennir seg bundið at avtaluni, og hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu gjørt greitt fyri Trump, at Ísrael fer at svara øllum hóttanum aftur - eisini frá Libanon.

Les eisini: Avtala við at koma uppá pláss millum USA og Iran

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder