Seint í gjárkvøldið okkara tíð boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at ein avtala millum USA og Iran var við at koma uppá pláss, og amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio sigur í dag, at góð tíðindi væntandi vera at frætta seinni í dag.
Bæði iranskir og amerikanskir miðlar skriva, sambært Ritzau, um eitt sonevnt avtaluupprit, sum m.a. inniheldur ásetingar um steðg í bardøgunum og upplating av Hormuzsundinum.
Avtalan sigst eisini at innihalda eina vápnahvíld á øllum hermótum, m.a. eisini í Libanon.
Sambært miðlinum Axios fara báðir partar at undirskriva eina rammuavtalu, sum er galdandi í 60 dagar og kann verða longd, um semja fæst um hetta.
Hormuzsundið verður latið upaftur, og USA steðgar við at blokera iranskar havnir, og undantøk verða givin í revsitiltøkunum móti landinum, so Iran frítt kann selja olju.
Eisini stendur í uppritinum, at Iran bindur seg til ongantíð at menna kjarnorkuvápn.
Iran hevur tó enn ikki góðtikið nøkur tiltøk viðvíkjandi iransku kjarnorkuætlanini.
Kríggið millum USA og Iran byrjaði við álopunum hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar. Ein fyribils vápnahvíld hevur verið galdandi síðan 8. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald