Narges Mohammadi, 53 ára gamla iranska mannarættindastríðskvinnan, sum í 2023 fekk Friðarheiðursløn Nobels, hevur fingið ein seks ára fongsulsdóm í Iran.
Mohammadi er dømd fyri samansvørjing við ætlanum um at fremja brotsverk, upplýsir sakførari hennara.
Hon hevur eisini fingið ein dóm á hálvtannað ár fyri propagandavirksemi og er dømd tvey ár í útlegd í býnum Khosf í eystara parti av Iran, umframt forboð ímóti at fara av landinum í tvey ár.
Iranska mannarættindastríðskvinnan hevur higartil sitið í fongsli í yvir tíggju ár tilsamans. Felagsskapur hennara, The Nargas Foundation sigur, sambært bretska BBC, at fongsulsdómarnar, hon hevur fingið nú eru 44 ár tilsamans.
Í hesum umfarinum hevur Mohammadi sitið í fongsli síðan desember. Hon varð handtikin í sambandi við eitt minningarhald fyri ein deyðan mannarættindasakførara.
Sakførarin hjá Mohammadi sigur, sambært Ritzau, at dómurin er ikki endaligur, tí tað er møguligt at kæra hann.
Seinastu árini hevur Mohammadi strídst fyri rættinum hjá iranarum at mótmæla, umframt at hon hevur talað ímóti deyðarevsing og reglunum um, hvussu kvinnur sleppa at vera ílætnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald