Uttanlands

Iranski uttanríkisráðharrin sleppur ikki til USA

Spenta støðan millum londini forðar Iran í at siga sína hugsan í ST-trygdarráðnum

Iranski uttanríkisráðharrin Mohammed Javad Zariv saman við russiska starvsbróðuri sínum á vitjan í Moskva í síðstu viku (Mynd: EPA)

Iranski uttanríkisráðharrin Mohammed Javad Zariv saman við russiska starvsbróðuri sínum á vitjan í Moskva í síðstu viku (Mynd: EPA)

2020-01-07 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, sleppur ikki til USA at halda røðu fyri trygdarráðnum hjá ST. USA vil ikki geva honum innferðarloyvi.

Tað upplýsir ein amerikanskur embætismaður, sum ynskir at vera dulnevndur, fyri Reuters tíðindastovuni.

Støðan millum USA og Iran er ógvuliga spent eftir at iranski herovastin, Qassem Soleimani, varð dripin í einum amerikanskum loftálopi í síðstu viku.

Sambært miðlinum Foreign Policy, skuldi Zarif til New York at halda eina røðu fyri trygdarráðnum, har hann ætlaði at fordøme drápið á Soleimani.

Sambært eini ST-avtalu frá 1947 hevur USA pliktað seg til at lata sendifólk frá øðrum londum fáa atgongd til fundir hjá ST, sum hevur høvuðsstøð í New York.

Men Washington hevur boðað frá, at tey kunnu sýta fyri at geva innferðarloyvi, um orsøkirnar eru trygd, uttanríkispolitiskar ella hava samband við yvirgang.

Amerikanska uttanríkisráðið hevur enn ikki gjørt viðmerking til tíðindini.

ST-sendistovan hjá Iran hevur sagt, at tey hava sæð tíðindini í miðlunum, men at tey enn ikki hava fingið almenn boð, hvørki frá USA ella ST viðvíkjandi innferðarloyvinum hjá Zarif, uttanríkisráðharra.

Fundurin í ST-trygdarráðnum hevði verið møguleiki hjá Zarif at víst heimssamfelagnum á sína ónøgd við USA.

Iranski ST-sendiharrin, Majit Takht Ravanchi, hevur lýst drápið á Soleimani sum eitt ”lýsandi dømi um statsyvirgang og eitt brotsverk, ið er greitt brot á fólkarættin”.

Zarif var seinast í New York í september í samband við árliga aðalfundin hjá ST. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder