Innanlands

Irdi Jacobsen stillar upp fyri Miðflokkin

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu heldur, at løgtingið manglar sterkar røddir úr útjaðarinum í Føroyum, sum tora at verja borg

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-15 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, stillar upp fyri Miðflokkin. Tað skrivar Norðlýsið í dag.

Irdi Jacobsen vil at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív skal hava tryggar karmar og hon heldur at løgtinginum tørvar politikarar, ið vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki loyva í landinum.

Irdi Jacobsen er 41 ár og býr í Norðdepli, har hon eisini er fødd og uppvaksin.

- Grundin til at eg stilli upp er, at sæð í ljósinum av hesum farnu valskeiðunum, so mugu vit bara staðfesta at økið eystanfyri múla, norðoyggjar og útjaðarin í føroyum sum heild, mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg. Sum ikki smæðast við at gera vart við, at vit eisini eru ein partur av føroyska samfelagnum. Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar til íløgur, sum eru dotnar úr landskassanum og niður í okkara kommunu kunnu teljast á einari hond, sigur Irdi Jacobsen við Norðlýsið.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder