2019-04-16 11:53
Tað er bert vesipappír og skarn, ið eigur at verða skolað niður í vesið.
Soleiðis ljóða boðini frá IRF um hvat ein kann skola niður í vesið og hvat ein ikki eigur at skola niður.
IRF skrivar, at alt annað óviðkomandi tilfar kann órógva skipanina og dálka umhvørvið.
Dømir um óviðkomandi tilfar, ið ikki eigur at verða skolað niður:
- Tanntráður
- Einnýtislappar/ skúmklútar
- Einnýtisserviettar/ vátserviettar
- Vattpinnar
- Hítir
- Bind/ blæur
Tá ið óviðkomandi tilfar verður skolað niður, kann tað tippa rørini og viðføra stórar og tíðarkrevjandi trupulleikar fyri Reinsitænastuna hjá IRF, boðar felagið frá á heimasíðuni,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald