Mentan

Iris Gold kemur aftur til Føroya

Danska stjørnan, sum blásti Gøtusand um koll í summar, kemur aftur til Føroya at framføra

Iris Gold

Iris Gold

2018-09-14 10:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlandahúsið kann í dag avdúka tvey tey síðstu nøvnini til HUN SOLO
konsertirnar, sum verða í Havn, Klaksvík og Miðvági í november. Orkufulla Iris Gold, sum fekk rættiligt kók í áskoðarafjøldina, tá hon spældi á G! Festival í summar, er onnur. Hin er kensluborna Gurli Octavia, sum við síni vøkru rødd hevur sungið seg inn í hjørtuni á dønum.

Saman við teimum verða, sum kunnugt, Greta Svabo Bech, Kirstine Stubbe
Teglbjærg og Nana Jacobi.

Hvør tónleikari fer einsamøll á pallin, og áhoyrararnir kunnu vænta sær eitt heilt
serligt kvøld, har tey sleppa at uppliva púra ymiskar, kular kvinnuligar tónleikarar og teirra tónleik heilt tætt.

HUN SOLO er partur av PULS konsertrøðini, sum er eitt samstarv ímillum
Norðurlandahúsið, Spaniastovu og Listastovuna.

Næstu konsertirnar í røðini verða við grønlendsku Nive & the Deer Children ávikavist 29. september í Spaniastovu og 30. september í Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder