Uttanlands

Íslendingar skulu velja nýggjan forseta

Guðni Þ. Jóhannesson stillar ikki uppaftur á forsetavalinum í summar

2024-01-02 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendingar skulu velja nýggjan forseta, tá tey fara til forsetaval 1. juni. Sitandi forseti, Guðni Th. Jóhannesson kunngjørdi á nýggjárinum, at hann ikki var sinnaður at stilla uppaftur til eina triðju setu.

Hetta kom eitt sindur óvart á íslendingar, tí í sambandi við, at Guðni tók við sum forseti í 2016 segði hann, at hann var sinnaður at verða sitandi í tríggjar setur.

Forsetin sigur, at hann hevur umhugsað støðuna, og kom fram til, at best er at lata øðrum koma framat nú.

Guðni verður sostatt tann forsetin í Íslandi, sum hevur sitið styttst í embætinum. Forsetaval í Íslandi ganga vanliga friðarliga fyri seg, og oftast er talan um at loyva sitandi forseta at sita í eitt valskeið afturat.

Undanfarni forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, sat í 20 ár, forestin undan honum, Vigdís Finnbogadóttir sat í 16 ár, og foretetin undan henni, Kristján Eldjarn, sat í 12 ár.

Forsetavalið verður, sum sagt, 1. juni og nýggi forsetin tekur við 1. august. Enn hava ongi boðað frá, at tey ætla at stilla upp.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder