Uttanlands

Íslendsku forsetahjúnini vitja í Danmark í oktober

Verður fyrsta almenna uttanlandsvitjan hjá íslendsku forsetahjúnunum og fyrsta vitjanin sum vertir hjá donsku kongshjúnunum

Íslendsku forsetahjúnini avmyndað saman við fronsku forsetahjúnunum í sambandi við, at  Halla Tómasdóttir og Björn Skulason vitjaðu Paris í summar meðan Paralympisku leikirnir vóru (Mynd: EPA)

Íslendsku forsetahjúnini avmyndað saman við fronsku forsetahjúnunum í sambandi við, at Halla Tómasdóttir og Björn Skulason vitjaðu Paris í summar meðan Paralympisku leikirnir vóru (Mynd: EPA)

2024-09-11 18:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í døgunum 8. og 9. oktober verða donsku kongshjúnini fyri fyrstu ferð vertir fyri eini almennari útlendskari vitjan í Danmark.

Og gestirnir vera íslendsku forsetahjúnini, Halla Tómasdóttir og maður hennara, Björn Skúlason.

Samstundis, sum hetta verður fyrsta almenna vitjanin hjá einum ríkishøvdi í Danmark síðan Fríðrik gjørdist kongur, so er hetta eisini fyrsta almenna uttanlandsvitjanin hjá íslendsku forsetahjúnunum.

Halla Tómasdóttir varð vald til íslendskan forseta eftir Guðna Th. Jóhannesson á forsetavalinum 1. juli. Halla fekk 34 prosent av atkvøðunum framman fyri fyrrverandi forsætisráðkvinnuna Katrín Jakobsdóttir, ið fekk 25 prosent. Halla tók við forsetaembætinum 1. august í ár.

Fríðrik krúnprinsur gjørdist Fríðrik X kongur, tá móður hansara, Margrethe II drotning, legði frá sær 14. januar í ár eftir at hava sitið á trónuni í 52 ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder