Innanlands

Íslendskur michelinkokkur kemur at gera mat saman við Poul Andrias

Matstovan Paz í Havn fær fyrst í september vitjan av michelinkokki úr Reykjavík

Poul Andrias Ziska og matstova hansara, PAZ, fekk í ár tvær Michelinstjørnur (Mynd: EPA)

Poul Andrias Ziska og matstova hansara, PAZ, fekk í ár tvær Michelinstjørnur (Mynd: EPA)

2025-08-06 23:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Matstovan Paz í Havn verður karmur um eitt sjáldsamt og merkisvert gastronomiskt samstarv 5. og 6. september. Hesi bæði kvøldini hevur Poul Andrias Ziska, sum fyrr í ár fekk tvær Michelinstjørnur, boðið kenda íslendska kokkinum Gunnari Karl Gíslason til eitt heilt serligt samstarv.

Gunnar Karl Gíslason er høvuðskokkur á matstovuni Dill í Reykjavík, sum hevur eina Michelinstjørnu og eina grøna stjørnu. Hann verður av mongum sæddur sum fremsti undangongumaðurin í íslendsku matstovuvinnuni. Hann fekk fyrstu Michelinstjørnuna til Íslands og hevur meira enn nakar myndað og ment nútímans íslendska matgerðarlist, sum er vill, poetisk, árstíðartengd og torir at ganga nýggjar leiðir.

[object Object]

Her eru Gunnar og Poul Andrias andliga skyldir. Sum Poul Andrias tekur til.

- Vit hava nógvar felags fatanir og vilja siga søgur við okkara lokala tilfeingi og staðbundnu matmentan - hann í Íslandi, eg her í Føroyum. Onkusvegna er hetta sum við ymsum øðrum viðurskiftum: Vit føroyingar og íslendingar hava meira at vera saman um enn tað, sum skilir okkum. Soleiðis er eisini við matmentanini. Her kunnu vit veruliga fara út í krókarnar og smábregini og spæla við líkskapir og munir. Tað er har, tað verður spennandi - og tað skulu gestirnir merkja hesi bæði kvøldini.

Saman hava teir báðir tríggjar Michelinstjørnur og eina felags frásøgugleði, sum sæst aftur í teirra matgerð. Málið við hesum serliga samstarvi er at skapa eina heilt serliga matuppliving fyri gestirnar. Saman fara teir at skapa eina matskrá, sum bara kann roynast hesi bæði kvøldini. Hon fer at fevna um fleiri av teirra signaturrættum, og eisini onkrar nýggjar rættir, sum hava røtur í tí lokala, men eisini vísa teirra serligu styrkir og gávur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder