Ísraelski herurin sigur seg hava dripið ein Hamas-leiðara í einum álopi á Gazageiranum leygardagin.
Sambært palestinskum myndugleikum leyp Ísrael á fleir mál í Gazageiranum í gjár, og vórðu í minsta lagi 20 fólk dripin, skrivar Ritzau.
Í oktober kom vápnahvíld annars í gildi millum partarnar, men báðir partar hava síðani lagt hin undir at bróta vápnahvíldina.
Álopini í gjár eru sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu eitt aftursvar til Hamas, sum sambært Ísrael sendi ein vápnaðan mann inn í eitt øki í Gazageiranum, sum er undir ísraelskum ræði. Hetta hevur Hamas víst aftur.
Hamas hevur ikki váttað, at ein av leiðarum teirra hevur latið lívi í einum ísraelskum álopi í gjár.
Sambært Netanyahu vórðu fimm Hamas-limir dripnir í seinastu ísraelsku álopunum, men heldur ikki hetta er váttað av Hamas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald