Seinastu vikurnar hevur støðan millum Ísrael og Hamas verið meira spent enn vanligt, og tað hevur gingið útyvir sivil og millum annað børn.
Ein steðgur verður nú í harða stríðnum. Hetta skriva útlendskir miðlar tíðliga í morgun.
Talan er um eina vápnahvíld í fyribils fýra dagar. Hon kann tó verða longd ein dag fyri hvørjar tíggju gíslar, sum Hamas latir leysar. Hetta er Ísrael gingið við til.
Júst tað at gíslar verða latnir lesyar, á báðum síðum, er grundarlagið undir semjuni. Millum annað verða 50 gíslar í Gaza nú fríir, og sambært Hamas verða 150 palestinar - kvinnur og tannáringar - í ísraelskum fongslum nú latnir leysir.
Avtalan er ikki komin í gildi men verður endaliga kunngjørt innanfyri næsta samdøgri. Hesum boða myndugleikar í Katar frá. Tað er júst Katar, sum hevur gingið á odda í at mekla millum Ísrael og Hamas.
Mohammed bin Abdulrahman bin Jassim Al Thani, forsætisráðharri í Katar, sigur sambært BBC, at vápnahvíldan vónandi leiðir til eina varandi loysn um frið í Gaza. Hann takkar eisini Egyptalandi og USA, ið eisini hava spælt ein leiklut í avtaluni.
Ísraelski forsætisráharrin, Benjamin Netanyahu, segði annars í gjárkvøldið, at hetta kríggið fer at halda fram. Ísrael hevur nú kunngjørt ein lista yvir 300 palestinar, sum kunnu verða leyslatnir, vegna avtaluna í nátt. Hetta er størsta fetið hjá pørtunum móti hvørjum øðrum síðani 7. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald