Innanlands

Ísraelar gleða seg til føroyska sendistovu

Hetta varð greitt á fundi á ráðstevnuni Muni World, har Annika Olsen umboðaði Tórshavnar kommunu

Annika Olsen tosaði um føroysk viðurskifti á fundinum (Mynd: Tóshavnar kommuna)

Annika Olsen tosaði um føroysk viðurskifti á fundinum (Mynd: Tóshavnar kommuna)

2020-02-20 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroyar lata skjótt eina sendistovu upp í Ísrael.

Hesi orðini høvdu við sær fagnaðarróp og fingu lógvabrestirnar at runga í Tel Aviv seinnapartin, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók lut á einum fundi á ráðstevnuni Muni World í Ísrael, har aðrir 140 borgarstjórar eru hesa vikuna.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna.

Eftir at nýggja landsstýri tók við í september kom skjótt kjak um Ísrael, tí Jenis á Rana, landstýrismaður í Uttanríkismálum, setti fram ynski um eina føroyska sendistovu í Ísralel, og at hon skuldi vera í Jerusalem. Hetta er sera óvanligt; tær flestu sendistovurnar í Ísrael eru í Tel Aviv, og tað verður tann føroyska allarhelst eisini.

Tað er júst í Tel Aviv, at Annika Olsen vitjar í hesum døgum. Í dag var talan  um ein serligan fund í samband við ráðstevnuna Muni World. Fundurin var við aðrar borgarstjórar, millum annað í Newcastle og í býum í Kalifornia. Tað var 
formaðurin í ísraelska kommunufelagnum, sum skipaði fyri. 

Á fundinum seinnapartin hevði Annika Olsen eina framløgu um Føroyar og Havnina og um avbjóðingar, sum eru fryi framman fyri framman. Dentur varð millum annað á samstarvið millum land og kommunur.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder