Innanlands

Ísraelska flaggið kom afturíaftur

Órógv tá felagsskapurin Samhugi við Palestina hevði mótmælistiltak beint uttanfyri Finsen, har Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevði tiltak

(Mynd: Petur Takamasa Asano)

(Mynd: Petur Takamasa Asano)

2025-04-10 15:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ísraelska flaggið, sum týskvøldið varð tikið frá vinafelagnum Føroyar-Ísrael, kom afturíaftur gjáramorgunin.

Tað var vavt um standmyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum og á flaggið høvdu tey skrivað boðini "Fuck Ísrael" og "Takk fyri lán".

[object Object](Mynd: Petur Takamasa Asano)

Stuldurin varð meldaður til løgregluna, og vaktleiðarin á løgreglustøðini segði í morgun, at tey hava sterka ábending um, hvør tók flaggið.

Felagsskapurin Samhugi við Palestina høvdu mótmælistiltak uttanfyri Finsen týskvøldið. Inni í Finsen var tiltak hjá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, har tríggir jødar vórðu bjóðaðir at greiða frá.

[object Object]Mynd frá mótmælistiltakinum hjá Samhugi við Palestina (Mynd: Samhugi við Palestina)

Les eisini: Limir úr Samhugi við Palestina stjólu ísraelskt flagg í Finsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder