Uttanlands

Italia: Burðatalið metlágt í fjør

Bert 397.000 børn vórðu fødd í Italia í fjør, og tað er lægsta talið, síðan byrjað varð at skráseta burðatøl í 19. øld

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2024-03-30 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Italia, sum í fleiri ár hevur havt afturgongd í fólkatalinum, skrásetti í fjør lægsta burðatalið nakrantíð.

Sambært uppgerð frá italsku hagstovuni Istat vórðu bert 379.000 børn fødd í Italia í 2023, og tað er 11. árið á rað, at burðatalið í Italia er minkað.

Síðan einaferð í 19. øld hevur Italia skrásett burðatøl, og talið í fjør varð tal lægsta, sum nakrantíð er skrásett.

Í 2022 vórðu 393.000 børn fødd, og tað var fyrstu ferð, at talið var undir 400.000. Til samanberingar var talið í 2008 munandi hægri - 557.000.

Sambært Istat vórðu í fjør seks føðingar fyri hvørji 11 andlát í Italia, har fólkatalið er 58,99 milliónir.

Meðan talið á føðingum er minkað, er miðalaldurin eisini øktur. Miðalaldurin í Italia er nú 46,6 ár. Eisini er talið á borgarum, sum eru yvir 100 ára gamlir, methøgt - tað er nú 22.500, skrivar Ritzau.

Tað er ikki bara í Italia, at færri børn nú verða fødd. Burðatalið í Suðurkorea, sum frammanundan var tað lægsta í heiminum, varð metlágt í 2023. Seinastu tvey árini hevur Kina eisini sæð eina afturgongd í fólkatalinum, og India hevur nú yvirhálað Kina sum heimsins fólkaríkasta land.

Les eisini: Burðatalið í Suðurkorea metlágt

Les eisini: Kina: Annað árið á rað, at fólkatalið minkar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder