Italski forsetin, Sergio Mattarella, er afturvaldur sum forseti í enn eitt sjeyára valskeið.
Á atkvøðugreiðslu í italska undirhúsinum leygardagin, fekk 80 ára gamli Mararella 759 atkvøður. Fyri at fáa meiriluta var neyðugt við í minsta lagi 505 atkvøðum, men sambært Ritzau var tað ikki fyrr enn á áttandu atkvøðugreiðsluni, at tað eydnaðist politisku flokkunum at finna ein, sum meirilutin kundi semjast um.
Upprunaliga hevði Mattarella ikki ætlað sær at stilla uppaftur, men tað eydnaðist kortini at fáa hann at broyta hugsan, og segði Martarella, at hann var til reiðar at tæna, um brúk var fyri honum.
Sergio Mattarella hevur verið forseti síðan februar 2015, og hevur hann havt fimm ymiskar stjórnir undir sær.
Forsetaembætið verður í høvuðsheitum bert mett sum eitt siðbundið embæti, men forsetin kann hava stóran týdning, m.a. tá tjóðartingið skal upploysast, ella tá nýggjur forsætisráðharri skal finnast. Núverandi forsætisráðharrin í Italia er Mario Draghi, sum tók við embætinum í februar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald