
Sørvágs kommuna bjóðar nú arbeiðið út at byggja ítróttahøll í Sørvági.
- Hetta er eitt stórt stig fyri ítróttalívið og trivnaðin í kommununi, skrivar kommunan á heimasíðuni.
- Sørvágs Ítróttarfelag hevur í nógv ár verið ímyndin av ítróttalívinum í Sørvágs kommunu. Skal felagið hava møguleika at halda fram við góðu gongdini, er neyðugt at betra um karmarnar. Nýggja høllin er tí avgerandi fyri, at virksemið hjá Sørvágs ítróttarfelag kann vaksa – og tað er við stórari gleði, at vit nú seta gongd á.
Høllin er ikki bert ætlað til flogbóltin. Við nýggju høllini leggur kommunan lunnar undir, at aðar innandura ítróttagreinar kunnu mennast.
Arbeiðið, sum nú fer út í alment útboð, fevnir um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll við øllum hentleikum og rúmum, ið skulu til fyri, at ein høll skal kunna brúkast. Fyrsti partur av høllini, sum skal byggjast, er sjálvur bygningurin. Eftir hetta er ætlanin at gera uttanumøki og parkeringsøki.
Ítróttahøllin í Sørvági skal byggjast á ‘Norðistovutrøðni’ við omankoyringina til Sørvág.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald