2024-06-02 19:42
Er einki hent við verkfallinum miðskeiðis í vikuni, verður kongsvitjanin av ongum á hesum sinni.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í dag.
Fríðrikur og Mary drotning skulu eftir ætlan vitja í Føroyum í døgunum 12. til 14. juni.
Hetta er fyrsta vitjanin síðani tey tóku við trónuni, men tað er stórur møguleiki fyri, at hetta nú ikki verður av nøkrum á hesum sinni.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hittust í síðstu viku, men Seminsstovnurin metti ikki grundarlag vera fyri at fara undir semingsroynd. Síðan er einki hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald