Er tað Daniel Binyon, sum er skipari á John Paul de Joria ella er tað Paul Watson. Hetta er eitt sindur ivasamt, men í øllum førum var tað fyrstnevndi, sum í Føroya rætti hósdagin varð dømdur sekur í at hava siglt inn um 12 fjórðingar hóast forboð um hetta.
Tað fær hann eina bót upp á 75.000 krónur fyri, og hetta er fyri hvørt brot, sum eru trý í tali. Hetta avgjørdi Føroya rættur.
Um hugt verður á Facebooksíðuna hjá Paul Watson er ikki lætt at fáa skil á, hvør tað veruliga er, sum er skipari á John Paul de Joria og hevur ábyrgdina.
Hóskvøldið legði Paul Watson mynd út av Daniel Binyon, har greitt verður frá at maðurin er úr Englandi, og at hann kom upp í felagsskapin "Captain Paul Watson Faundation" fyrr í ár. Eisini sigur Paul Watson, at hesin Daniel Binyon er skipari á John Paul de Joria, og tók yvir leiðsluna á skipinum frá Locky MacLean, tá ferðin til Føroya byrjaði.
Bjørn á Heygum, sum varð tilnevndur verji hjá Daniel Binyon, setti undir rættarmálinum í gjár spurnartekin við hvør veruligi skiparin var umborð, og tað kundi bent á, at Paul Watson blandar eitt sindur saman eisini.
Tí fríggjadagin var alt broytt. Tá viðmerkti Paul Watson dómin í Føroya rætti, og her sigur Paul Watson seg vera skipara. Hann sigur Daniel Binyon vera sonevndan "First Mate", stýrimann.
Í rættinum hósdagin varð upplýst, at tað er Daniel Binyon, sum stendur fyrst á manningarlistanum sum skipari. Paul Watson stendur gamaní á manningarlistanum, men hann er skrásettur sum fjølmiðlafólk, og altso ikki sum skipari.
John Paul de Joria var í Føroyum í 14 dagar, og er nú á veg til Lissabon í Portugal.
(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald